Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum

Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn:

mánadagin tann 30. apríl 2018 kl. 10.00 (føroysk tíð)

við hesi fundarskrá:

1.       Val av fundarstjóra.

2.       Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.

3.       Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.

3A.    Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2017 og 2018.

          A.      Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2017.

Nevndin skjýtur upp at aðalfundurin góðkennir faktisku nevndarsamsýningina fyri 2017 á íalt DKK 766,666.64.  

          B       Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri 2018.

                   Nevndin skjýtur upp, at støðið fyri nevndarsamsýning fyri 2017 verður:
·Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr. 200.000,00.
·Formaðurin móttekur 2,00 fer støðisnevndarsamsýningina.
·Næstformaðurin móttekur 1,50 fer støðisnevndarsamsýningina.
·Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 fer støðisnevndarsamsýningina.
·Formaðurin fyri grannskoðaranevndina móttekur 0,50 fer støðisnevndarsamsýningina afturat vanligu nevndarsamsýning síni.

4.       Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing.

          Nevnd felagsins mælir til, at úrslitið sambært góðkenda roknskapin verður flutt fram til næsta ár.

5.       Val av nevnd.

          Allir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri vali fyri eitt 1 ára skeið, nevniliga: Birgir Durhuus, Charles Hendry og Yves Francois Paletta.

          Birgir Durhuus ynskir ikki at vera valdur aftur. Nevndin skjýtur tí upp afturval av Charles Henry og Yves Francois Paletta og at velja [TBA] sum nýggjan nevndarlim. Valevnini hava boðað frá at teir taka við vali.

          Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskotini, verður víst til heimasíðu felagsins, www.petroleum.fo.

6.       Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin.

          Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 100 Tórshavn, og skjýtur nevndin upp at afturvelja P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki at sita sum grannskoðari felagsins til næsta ársaðalfund.

7.        Ymiskt.

Viðtøkumeiriluti.

Uppskot á skránni fyri fundin kunnu viðtakast við vanligum atkvøðumeiriluta.

Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum, umframt atkvøðugreiðsluháttur.

Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigari eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er mánadagin hin 23. apríl 2018.

Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir, hava rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi hósdagin hin 26. apríl 2018 hava fráboðað felagnum hetta. Fráboðan um luttøku á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu felagsins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, , FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. + 44 7720 29 66 49 og/ella á teldupostinum graemef@petroleum.fo.

Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum, hevur hann møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta sína vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo, umframt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 100 Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Parteigarar, ið eru tilknýttir Investor Portal umvegis heimasíðu felagsins, kunnu greiða fulltrúaatkvøðu umvegis henda portal.

Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer fram á sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi hansara), ið rættstundis hevur fráboðað luttøku á aðalfundinum, møtir upp á aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki og atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin.

Brævatkvøður

Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er, at partaeigari ynskir at greiða brævatkvøðu, skal brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd,  FO-110 Tórshavn ella á teldupostinum graemef@petroleum.fo í seinasta lagi sunnudagin hin 29. apríl 2018. 

Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar.

Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta leiðslu felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at meta um ársfrásøgnina 2017 og støðuna hjá felagnum annars ella um spurningar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir partaeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann senda spurning við brævi til P/F Atlantic Petroleum, Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 110 Tórshavn ella við teldubrævi á graemef@petroleum.fo.

Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu viðurskifti.

Skjalatilfar til aðalfundin, harundir ársroknskapurin 2017 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum.

Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, harundir (1) ársroknskapurin 2017 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing (2) dagsskrá, (3) fullfíggjað uppskot til aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða talið av partabrøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað verður til aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl og oyðublað til brævatkvøður liggja frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 110 Tórshavn (tlf nr. + 44 7720 29 66 49) í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin, og kann fáast eintak av hesum við at venda sær til felagið, umframt at alt hetta tilfar eisini er tøkt á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo

Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur.

Partapeningur felagsins er kr. 3.697.860 býttur sundur í partabrøv á kr. 1,- og multipla av hesum.

Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 1,- teir eiga í partapeningi.

Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum: 3.697.860. 

Felagið hevur kosið sær P/F Betri Banki til kontoførandi peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda peningastovn á bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á heimasíðuni www.betri.fo ella á telefon nummar + 298 348 000 fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.

Tórshavn, hin 2 apríl 2018

P/F Atlantic Petroleum

Nevndin